Filler er sum orðið sigur ein “fillari” ella betur kent sum “Restylane”. Beinta Lassen hevur løggilding og fleiri ára royndir við filler.
Nýggja kosmetiska lógin krevur, at tú hevur verið til forkanning hjá Beintu og húðlæknanum hjá Klinikk B seinast 48 tímar áðrenn viðgerð. (hetta er tó bert galdandi einaferð).
Ynski um meira fyldigar varrar, kann hava fleiri orsøkir. Tú kanst vera fødd við lítlum varrum, ella hava mist fylluna. Tí sum árini ganga, missa varrarnar fyllu, tyngdikraftin ger eisini at “alt” fellur niðureftir, varrarnar smalkast serliga í uttara síðu og munnurin kann síggja heldur troyttur/súrur út. Fillarin er gjørtdur av vatn og hyaloron, ið er eitt náttúrligt sukurevni.
Til varrar brúka vit oftast ein “bleytan” fillara sum fyllur og gevur náttúrligt úrslit.
Onkuntíð eru varrarnar ov rukkutar, her kann filler eisini hjálpa sum ein húðyngjandi fillari uttan at varrarnar gerast serliga stórar. Um tú hevur ringt við at leggja varrastift pent, tí tað eru ov nógvar rukkur, so kann loysnin vera einn fillari í sjálvan varrakantin.
Um ynskist kunnu rukkurnar runt munnin eisini fillast út.
Úrslit:
Úrslitið við filler frá Klinikk B sær sera náttúrligt út, vit stremba eftir at tú verður ein betur útgáva og ikki sær “gjørd” út, sí niðanfyri: